Seks stig til KÍ - trý stig til Víking

Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá teimum trimum innanhýsis dystunum millum KÍ og Víking

KÍ og Víkingur hava spælt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

Tað endaði við tveimum sigrum til KÍ, og einum sigri til Víking.

 

Sostatt gjørdist samlaða úrtøkan í teimum trimum dystunum seks stig til KÍ, og trý stig til Víking.

 

Samlaða málúrtøkan er 4-4.

 

KÍ-Víkingur 2-1 (1-1) - 12. mai 

 

0-1 Sølvi Vatnhamar (5.)

 

1-1 Árni Frederiksberg (28.)

 

2-1 David B. Andreassen (87.)

 

KÍ-Víkingur 0-2 (0-1) - 2. juni 

 

0-1 Olaf Bárðarson (26.)

 

0-2 Arnbjørn Svensson (69.)

 

Víkingur-KÍ 1-2 (0-1) - 25. september

 

0-1 Árni Frederiksberg (8.)

 

0-2 Oddmar Færø (78.)

 

1-2 Sølvi Vatnhamar, br. (87.)

 

Kelda: FaroeSoccer