Seks skip í Saltangará

Fiskivinna

Fyrr í hesi vikuni landaðu fýra ísfiskatrolarar í Saltangará. Skipini vóru Stelkur og Bakur, sum høvdu 284.000 pund og Rókur og Lerkur høvdu umleið somu nøgd – ella eini 280.000 pund. Meginparturin av veiðini var upsi.
Landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará visti í gjár at siga, at Heykur og Falkur helst koma inn at landa í dag ella í morgin.
Samanborið við árið í fjør, hevur landingarmiðstøðin Kongshavn landað nógv fleiri tons higartil í ár enn somu tíð í fjør.
Hetta kunnu lesarar lesa um í aðrari grein á hesi opnu.