Seks skip fara á gulllaksaveiði

Frá nú av og fram til heystar verða seks partrolarar færri á upsaveiði undir Føroyum, tí nú byrjar gulllaksavertíðin.

- Vit vænta, at tvey partrolarapør koma inn at landa mánadagin, og so kemur okkurt parið aftrat seinni í vikuni.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Latið verður tó framvegis illa at upsafiskiskapinum. Tað er smáligur fiskiskapur, men okkurt brúkiligt hálið er. Partrolararnir fáa nakað av toski og longu sum hjáveiði.

 

Trý partrolarapør fara - ella eru farin - á gulllaksaveiði. Nøkur pør liggja við bryggju, men fara væntandi út aftur í næstum. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at ein djúpvatnstrolari kemur inn at landa mánadagin, meginparturin av veiðini er upsi.

 

- Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og ein fiskar blálongu, men allir eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ivasamt, um teir koma inn at landa í vikuni. Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystir fiskin umborð.

 

Í dag, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, lógu allir teir smáu trolbátarnir. Men, 2. apríl, sum er í morgin, letur eitt øki upp norðanfyri.

 

- Tað er mest toskur og hýsa, sum trolbátarnir fáa har norðuri, verður lagt aftrat.