Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Sarpugerði. AB er gestur hjá Víkingi, og tað eru tvey lið, sum síðstu nógvu vikurnar hava vunnið heilt ymiska úrtøku, sum bresta saman.
Víkingur hevur vunnið seks tær seinastu ferðirnar, og AB hevur tapt fimm tær seinastu ferðirnar.
Víkingur hevur ikki tapt síðani 6. august, tá ið HB vann 3-1 í Gøtu. Síðani hevur Víkingur vunnið seks dystir við samlaða málmuninum 13 – 6.
AB hevur ikki vunnið stig síðani 7. august, tá ið Skála var á Argjum, og tað endaði 1-1.
Víkingur er á fjórða plássi við 41 stigum, og AB er á níggjunda plássi við sjey stigum.
Víkingur – AB kl. 18.00
Dómari: Alex Troleis
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson, Bogi Reinert Petersen, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen
Á beinkinum: Sonni Højgaard, Andreas Lava Olsen, Elias Lervig, Geza David Turi, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney
AB: Silas Eyðsteinsson – Dánjal Reginsson, Tróndur J. á Høvdanum, Bjarni Skála, Ásbjørn Heðinsson – Jasper Van Der Heyden, Jákup Pauli Breckmann – Gilli Róason, Rógvi N. Poulsen, Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal
Á beinkinum: Bjarti V. Mørk, Ári Arge, Hans Jákup Annfinsson, Jónas Stenberg, Bartal S. Petersen, Sørin N. Samuelsen, Leivur F. Guttesen