Seks sigrar endaðu í høvuðsstaðnum

Veteranarnir vunnu, 6-mannaførini vunnu, dreingirnir vunnu, og genturnar í barnaróðrinum vunnu

Leingi varð hildið – og tølini søgdu tað eisini - at talan var um rættuliga soltið róðrarár hjá høvuðsstaðnum. Tað hevur mangan runnið meiri gull í kassan hjá Havnar Róðrarfelag, sum er størsta og sigursríkasta felagið av øllum, enn tað hevur gjørt i ár, og onkuntíð hevur tað roynst betri hjá bæði Argja Róðrarfelag og Róðrarfelagnum Knørri, enn tað hevur gjørt í ár.
Men nú punktum er sett fyri kappróðrinum í 2012 vísa tølini, at fleiri FM heiti eru vunnin til høvuðsstaðin: 6-mannafarið Lómur hjá Argja Róðrarfelag er suverenur meistari, og dreingirnir á Drekanum hjá Havnar Róðrarfelag vunnu tøttu FM kappingina ímóti Jallinum hjá Róðrarfelagnum Knørri.
Jallurin er sera sannførandi FM vinnari í barnakappingini hjá gentum. Tað restaði bara eitt stig í fulla úrtøku, og á Ólavsøku var Jallurin tvey sekund undan Huldu, og so vann Havnar Róðrarfelag báðar veterankappingarnar.
Í master kappingini millum 10-mannaførini vann Havnarbáturin allar tríggjar róðrarnar, og í master kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum varð Lómur hjá Argja Róðrarfelag meistari. Á Ólavsøku var tað annars Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag, sum var fyrstur á mál, og Lómur endaði eisini aftanfyri Sølmund. Kortini gekk tað akkurát hjá Lómi at vinna FM.
Og so megnaðu kvinnurnar á Herningi at vinna gullmerkini á Ólavsøku.

Drekin
Treytin var tann, at Drekin skuldi vinna seg framum Jallin. Um tað eydnaðistg, so var tað nóg mikið at vinna FM. Tað eydnaðist Drekanum at vinna. Hann legði seg á odda beinanvegin, og tað endaði við trivaligum sigri. Drekin vann fyri fjórðu ferð, og á Ólavsøku var tíðarmunurin aftur til Jallin størri, enn hann hevur verið í undanfarnu kappingum.
Undanfarnu ferðirnar hava vestmannadreingir umborð á Havfrúnni verið um reppið at tikið Jallin. Soleiðis var tað eisini hesa ferð, men tað gekk heldur ikki hesa ferð.
Drekin var fremstur, tá ið bátarnir komu á Molan, og síðani øktist munurin stútt og støðugt. Á málinum var Drekin tað mesta av tveimum bátslongdum undan Jallinum. Harvið endaðu báðir bátarnir við sama stigatali, og tí var tað ólavsøkusigurin hjá Drekanum, sum var avgerandi fyri, hvør skuldi vinna FM.

Lómur
Sólskinssøgan um menninar umborð á 6-mannafarinum á Argjum endaði soleiðis, sum hon byrjaði á Norðoyastevnu.
Báturin, sum ongantíð hevur vunnið nakran róður, og sum tað ikki varð roknað við nakrantíð fór at vinna nakran róður, gjørdi bart. Lómur vann á Norðoyastevnu, Lómur hevur vunnið allar hinar róðrarnar, og á Ólavsøku var Lómur aftur sannførandi vinnari. FM heitið varð vunnið við átta stigum aftur til Riddaran, sum var næstbestur.
Fyrra helmingin av teininum bjóðaði Riddarin úr Miðvági orduliga av. Riddarin var tað mesta av einari hálvari bátslongd frammanfyri, tá ið startspurturin var gott og væl av. Men so fór at styttast, og á Molanum vóru bátarnir stavn um stavn. Síðani gekk tað bara ein veg: Lómur legði seg á odda og økti stútt og støðugt um leiðsluna, og á málinum vóru argjamenn væl meiri enn eina bátslongd frammanfyri Riddaran.

Herningur
Tað var ikki lukkuligt, sum Herningur hjá Róðrarfelagnum Knørri leikaði í. Knørrakvinnurnar, sum áður hava vunnið so nógv við Jarnbardi, gjørdu orduliga bart, tá ið tær vunnu við meiri enn hálvari aðrari bátslongd.
Meistararnir á Páll Fanga hava vunnið allar róðrarnar fyrr í summar, men í dag royndist tað ikki so væl. Páll Fangi fekk ikki so góðan start. Tað eydnaðist tó bátinum úr Klaksvík at stríða seg av fjórða og aftasta sessinum og fram á næstfremsta plássið, sum Páll Fangi vann í tættari kapping við Hvessing og Rádna.