Seks í Pyjamas fyri fullum húsum

Skemtileikurin Seks í pyjamas, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir, gongur fyri fullum húsum

Seinastu tvær vikurnar hava 1100 fólk sæð leikin, sum verður spældur í Atlantis í Klaksvík.

Sunnudagin var seinasta sýning av leikinum, men eisini hesaferð varð útselt, og tí verður eykasýning í kvøld

Fríggjakvøldið verður Seks í Pyjamas vístur í Sjónleikarhúsinum í Havn, og tað verður hann eisini tvær ferðir leygardagin og eina ferð sunnudagin.

Í mai mánaði verður leikurin sýndur í Hvalba og á Oyrabakka.