Seks nýggj feløg sett á stovn

Trý smápartafeløg og trý íverksetarafeløg

Hugurin at seta sítt egna felag á stovn tykist ongan enda at taka, men eru hvørja viku fleiri fráboðanir í vinnuskránni um nýggj feløg.

Í farnu viku vóru seks nýggj feløg sett á stovn, harav trý vóru smápartafeløg og trý vóru íverksetarafeløg. Tað vísir yvirlitið hjá Buisness-line.

Tey trý smápartafeløgini eru sp/f Fløtugrevstur við heimstaði í Skála, hvørs endamál er at at reka graviarbeiði, lastbilakoyring og annað virksemi, sp/f Kontrast Holding við heimastaði í Havn, ið fer at reka, eiga og keypa og selja partabrøv og fastognir og sp/f JHI Bilar í Kvívík, ið skal reka virksemi innan flutningsvinnu, handverk, ferðavinnu og annað

Íverksetarafeløgini eru ÍVF Nýtt við heimstaði í Tórshavn, ið hevur til endamál at reka nethandlar, netsølu, ráðgeving, marknaðarføring og annað, ÍVF Loftið, eisini í Havn, ið fer at virka innan samskifti, ljóðframleiðslu og annað, og ÍVF JJ Tøkni, ið skal reka virksemi við hitapumpum og køliskipanum umframt annað virksemi.

Umframt nýggj feløg eru ymiskar aðrar skrásetingar at síggja í vinnuskránni, harímillum stjóraskifti, viðtøkubroytingar, skifti av grannskoðarum og annað. Til ber at lesa allar broytingar á Buisness-line ella við at trýsta á her