Seks nýggir vinnukavarar

Um vikuskiftið hava seks staðið endaligu royndirnar í vinnukaving á vinnukavaraskúlanum, Faroe Dive, í Klaksvík. Seinastu tveir mánaðirnar hava hesi næmingarnir fingið undirvísing í hvussu teir trygt kunna skipa arbeiði hjá sær og øðrum kavarum niður á 30 metra dýpi.

Evnini, næmingarnir hava arbeitt við, eru kavaratabellir, gasslógir, trygdarkanningar, fyrstuhjálp, amboð, kavarasjúka, lungnaskaðar, kavaraútgerð, samskifti umvegis lívlínu, logføring, lógir og annað.

Á myndini síggja vit næmingarnar saman við próvdómarinum, Hera Mørkøre, eftir seinastu royndina á skeiðnum.

Standandi frá vinstru eru tað Aksel S. á Botni, Sandvík, Bjarni Poulsen, Viðareiði, Thorbjørn Hansen, Klaksvík og Heri Mørkøre, próvdómari. Sitandi frá vinstru eru tað Johannes Petersen, Hov, Djóni Petersen, Hov og Dennis D. Hansen, Viðareiði.