Ikki færri enn seks spælarar kunnu fáa sín fyrsta landsdyst, tá spælt verður í kvøld. EB/Streymur eigur ikki færri enn fýra av hesum, og eru teir René Tórgarð, Egil á Bø, Leif Niclasen og Bárður Olsen.
René og Bárður hava áður verið partur av landsliðshópinum, meðan Egil á Bø og Leif Niclasen eru spildurnýggir. Egil er samstundis næst elsti maðurin í landsliðshópinum, og kemur hann á vøllin – soleiðis sum nógv bendir á – verður hann samstundis elsti føroyski landsliðsdebutanturin, síðani Føroyar í 1988 fingu altjóða limaskap.
Hinir báðir, sum kunnu fáa sín fyrsta dyst, eru Andreas Lava Olsen úr Víkingi og Bogi Løkin úr NSÍ.








