Nú fíggjarløgtingslógin fyri 2013 er samtykt, er greitt, at tað verða góðar seks milliónir krónur tøkar í Granskingargrunninum at stuðla nýggjum granskingarverkætlanum.
Granskingarráðið boðar umvegis heimasíðu sína frá, at umsóknarfreistin at søkja um stuðul til nýggjar granskingarverkætlanir er 15. februar.
Tey, ið vilja vita meira um, hvussu ein slík umsókn skal skrivast, kunnu fáa serliga kunning á Jobmatch 28. desember, har Granskingarráðið hevur bás.
Á Jobmatch, sum verður á Østrøm, fer Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, at halda eina framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, hvørji krøv eru til umsóknirnar, umsóknarfreistir og mannagongdir annars.










