Seks mást í 2012

Mótamyndin í 2012 loyvir okkum at royna ymsar leiðir. Blómur, glitur og pastellitir eru til tær, sum dáma best at vísa sína kvinnuligu síðu, og cowboy og prent við íblástri úr Afrika til tær, sum hava eina harða síðu eisini. Her eru seks boð uppá hvussu tú letur teg í í 2012.

Blómurák

70’ara Flower Power mótarákið fær endurreisn í 2012, tá ið blómuprent aftur verður at síggja í mótamyndini. 


Finn íblástur úr Afrika

Djóraprent, sum hevur dominerað mótan seinastu árini, er framvegis ein stórur partur av mótamyndini, og nú nútímansgera sniðgevar rákið, so tað hóskar seg til 2012. Sum vit síggja á myndini, er tað ógvusligt prent, sum fær íblástur úr Afrika.


Prinsessu glitur

Í 2012 verður glitur ikki einans at síggja um jóltíðir. Nú er glitur ein stórur partur av mótamyndini alt árið. Pailettur eru nógv at síggja, eins og skínandi klæðir eru partur av glitur lookinum. 


Blítt og vakurt

Pastellitir vera nógv at síggja í 2012. Bæði tá ið umræður klæðir og smyrsl. Pastellitirnir kunnu setast saman við eitt nú blómurákinum, og soleiðis geva stílinum eina bleytari útsjónd. 


Hvítt og reint

2012 verður í stóran mun reint og blítt, tá ið umræður litir. Hvítt verður eitt av størstu hittunum í ár.


Cowboy til allan kroppin

Cowboy í øllum hugsandi sniðum eru nógv at síggja í vár. Cowboy skógvar, skjúrtur og kjólar eru avgjørt eitt hitt, og sigast kann, at hetta rákið gevur tær møguleikan at royna nýggjar leiðir, tá ið umræður cowboy.