Umleið 100 fólk stukku inn á gólvið hendan dagin. 28. oktober var samstundis 67 ára føðingardagurin hjá Hildibjarti.
Hann fekk nógvar gávur, og tey sum hildu røðu vóru: Óli Jacobsen, frá Føroya Fiskimannafelag, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Hendrik Old, fyrrverandi formaður í Lønjavningargrunninum, Jákup Sólstein, frá Føroya Reiðarafelag, og Asbjørn Djurhuus, stjóri.
Hildibjart er strandingur. Sum ungur fór hann til skips, hann royndi seg við línu og við silda- og toskagørnum. Hann sigldi frá 1953-55.
Í 1956 fór hann til Keypmannahavnar, har hann fekk sær handilsútbúgving.
1. november 1958 fekk hann starv sum skrivstovumaður á Skála Skipasmiðju, har var hann til januar 1960.
Í 1960 søkti Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna í Havn eftir fólki til skrivstovuna. Hildibjart søkti starvið og fekk tað. Tá hann byrjaði 27. mai 1960, fekk hann at vita, at hann kundi rokna við, at starvið bert vardi í seks mánaðir, men tað bleiv til yvir 44 ár.
Tá Hildibjart byrjaði, var Tórur A. Dalsgaard stjóri. Skrivstovan var í niðaru hædd í heimi hansara í J. Broncksgøtu 31, og fimm fólk vóru í starvi.
Síðan 1973 hevur Hildibjart verið stjóri á stovninum, sum í dag eitur Lønjavningarstovan og heldur til Yviri við Strond.
Foreldrini hjá Hildibjarti vóru: Mia, f. Johannesen, ættað av Stykkinum, og Hans Petur Johansen, av Strondum.
Hildibjart er giftur við Herborg, f. Danielsen, ættað úr Mykinesi. Tey eiga fýra børn: Marna og Jón, sum búgva í Hoyvík, Dánjal Petur, sum býr í Viborg, og Kári, sum býr í Havn. Barnabørnini eru 9 í tali.
Tað er ikki bert Hildibjart, sum hevur verið leingi á sama arbeiðsplássi, tí konan, Herborg, arbeiddi í 32 ár á Tjaldurs Apotekið í Havn. Hon byrjaði í 1957 og gavst í 2003. Hon var burturfrá í nøkur ár.
Nú Hildibjart er farin frá, fær hann betur stundir til síni frítíðarítriv. Honum dámar væl at fiska, og hesa tíðina á árinum at skjóta harur, so hevur hann eisini jørð í Mykinesi.