Seks lond givið avboð til Nobel-handan

Seks lond hava nú boðað norsku Nobel-nevndini frá, at tey verða ikki umboðað, tá átsins friðarheiðursløn verður handað í Oslo tann 10. desember. Tey seks londini, sum hava sent avboð, eru Russland, Kuba, Marokko, Kasakstan, Iran og Kina.

Kinesiska stjórnin hevur langt síðani ávarað onnur lond ímóti at taka lut, tá norska Nobel-nevndin fer at hátíðarhalda, at kinesiski demokrati-stríðsmaðurin Liu Xiaobo fekk ársins friðarheiðursløn.

Freistin fyri at boða frá luttøku á hátíðarhaldinum var úti mánadagin. Skrivarin í Nobel-nevndini, Geir Lundestad, sigur við norskar fjølmiðlar, at 36 lond hava boðað frá, at tey verða umboðað, og at 16 hava ikki svarað enn.

Tað er ikki greitt, hvørji lond hava tikið av innbjóðingini, men ES-londini, USA og Japan verða í hvussu er millum luttakararnar, skrivar NTB.

Liu Xiaobo sleppur ikki til Oslo, tí hann situr í fongsli í Kina. Familja hansara sleppur heldur ikki til Noregs at taka ímóti heiðurslønini hansara vegna.