Seks línuskip í Eysturgrønlandi

Tvey av hesum skipum frysta veiðina umborð, og hini eru á ísfiskaveiði.

- Tvey línuskip eru vestanfyri. Annað kemur inn at landa í dag, og hitt kemur seinni í vikuni. Skipini hava mest av toski og so nakað av brosmu, svartkalva, blálongu og lira.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at seks línuskip nú eru í Eysturgrønlandi. Tvey av hesum skipum frysta veiðina umborð, og hini eru á ísfiskaveiði.

 

Skipini, sum ísa fiskin, landa í Íslandi, men koma hugsandi heim við seinastu lastini.

 

- Streymurin verður góður, og veðrið sær út til at fara at roynast. So, helst verður nakað av útróðrarfiski í vikuni, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya.