HB verður fyrsta liðið, ið sleppur at royna at spenna bein fyri sigursgongdina hjá KÍ kvinnum seinastu árini. Nú Fótbóltssamband Føroya hevur kunngjørt leikskránna fyri landskappingina hjá kvinnum, er nevniliga greitt, at meistararnir síðstu sekstan árini, KÍ, byrja kappingarárið á heimavølli móti HB sunnudagin 20. mars.
Hinir dystirnir í fyrsta umfari verða millum B36 og EB/Skála, og ÍF/Víking og B68/NSÍ.
Nýtt í ár, er at tað verða seks lið við í kappingini hjá kvinnum. B68 og NSÍ hava nevniliga valt at luttaka í kappingin við einum felagsliði í ár, meðan hini feløgini eru KÍ. EBS/Skála, HB, ÍF/Víkingur og B36.
Í steypakappingini verður fyrsta umfar spælt 1. mai. Hálvfinalurnar eru á skránni 22. mai og 22. juni, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 3. september, skrivar FSF á síni heimasíðu.

Seks lið kappast um FM hjá kvinnum





