? Vit hava fingið at vita, at útbyggingin fer helst at taka eitt sindur longri tíð enn ætlað, tí nú er alt ikki heilt í lagi við byggingini, sigur Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla.
? Hetta kann tykjast sum ein øvugt mannagongd.
Plásstrotið á Kommunuskúlanum er stórt. Komandi skúlaár verða tað heili seks flokkar, sum ikki fara at hava eina heimastovu. Men samstarvið við Tilhaldið fer at halda fram, sigur Hanus Joensen.
? Vit hava eina avtalu um, at tveir flokkar sleppa at vera har niðri inntil skúlin er liðugur útbygdur. Og nú verður taðhelst longri enn ætlað. Tað er ein trupulleiki, men tað ber til at strekkja tolið, tá ein veit, at tað verður gott, tá alt er liðugt.
Hanus Joensen sigur, at tíðin komandi árið á skúlanum verður stríggin, tí sera trongligt er inni. 600 næmingar koma at ganga í Tórshavnar Kommunuskúla komandi skúlaár.
? Hesi børnini koma nú heldur ikki úr bláari luft. Vit hava vita av tí leingi. Skúlarnir eru allir fullir í býnum, og tað er torført at finna pláss.
Hanus Joensen sigur tó, at umstøðurnar í tilhaldinum eru hampuligar og ein kann liva við teimum, men leggur tó dent á, at tað er nú einaferð bara í eina avmarkaða tíð.
? Tey hava Grasagarð, har tey kunnu vera í fríkorterinum. Skúli var jú í tilhaldinum í síni tíð, men stovurnar eru smáar. Annar a og annar b eru niðri í Tilhaldinum í løtuni, men enn er ikki avgjørt, hvør skal oman har komandi skúlaár.