Franska løgreglan hevur nú handtikið seks fólk eftir knívaálopið í Notre-Dame kirkjuni í Nice í vikuni. Sambært Reuters, sum vísir til fronskar løgreglukeldur, vórðu tey seinastu tvey fólkini av seks handtikin leygarkvøldið.
Tey, sum vórðu handtikin í gjár, eru sambært Reuters tvey fólk úr býnum, Grasse, sum liggur við suðurstrond Fraklands og nær við Nice, har 21 ára gamli maðurin, sum nýliga var komin til Fraklands, framdi álopið.
Álopsmaðurin í kirkjuni varð skotin, tá løgreglan skuldi handtaka hann eftir álopið, har trý fólk - ein maður og tvær kvinnur - lótu lív. Álopsmaðurin varð illa særdur og varð lagdur inn á sjúkrahús. Hann var komin til Fraklands í oktober.