Seks fakfeløg virða ikki fak­fel­ags­rættindi

Og so var tað Starvs­manna­fel­ag­ið, sum traðk­aði á grund­leggj­andi rætt­indi hjá starvs­fólki...

Útvarpið bar í gjár tey tíð­indi, at Starvsmannafelagið, sum javnan hevur fremst­a­fing­­ur á lofti, tá almenn størv ikki verða lýst leys, nú sjálvt hev­ur brot­ið hesa meg­in­reglu. Fel­ag­ið hevur sett ein kunn­ing­ar­ráð­geva í starv í eitt hálvt ár, men starvið er ikki lýst leyst. Tað eigur tað.

Og so kemur umberingin frá for­kvinnuni: »at hon skil­ir at­finn­ing­ar­nar, men um­støð­ur­nar eru serligar...«

Ja go’morin Selma Ellings­gaard.

Tað er eingin – absolutt eing­in – um­ber­ing góð nokk hjá ein­um fak­fel­ag sum ar­beiðs­gevari at bróta fak­fel­ags­rætt­indi. Hetta er totalt at und­ir­minera eks­i­s­tens­in hjá fak­fel­øg­u­num. Hetta vís­ir, at Starvs­mannafelagið held­ur tað vera í lagi, at ar­beiðs­gev­ar­ar ikki taka fak­fel­ags­við­ur­s­kifti í álvara.

Nær eru »umstøðurnar ser­ligar«, og hvør skal de­fi­nera tað? Vit hava jú eitt ak­t­uelt dømi um, at fimm onn­ur fak­feløg eisini traðka á tey mest grund­leggjandi fak­fel­ags­við­ur­skift­ini - tá feløgini í Samtaki stuðl­aðu Jan Højgaard og Før­oya Fisk­i­mann­a­felag við fak­fel­ags­fígg­ind­a­lig­ari burt­ur­vís­ing av skriv­stov­u­manni hjá Fisk­i­mann­a­fel­ag­num. Sam­tak er enn ikki komið við nakr­ari umbering, og hóast mað­ur­in nú er deyður, so er tað tað minsta kravið til hesi fak­fel­øg­ini, at tey koma við eini treyt­a­leys­ari al­menn­ari um­bering fyri at hava borið seg so­leið­is at.

Ella ganga fakfeløgini nú á odda og traðka slóðina fyri ar­beiðs­gev­ar­ar­nar?