Árliga Politiken Cup í Keypmannahavn, verður leikt í døgunum 14-25. juli. Umleið 250 luttakarar hava boðað frá luttøku, harav seks føroyingar. Hesir eru John Arni Nielsen, Flóvin Tór Næs, Hans Kristian Simonsen, Olaf Berg, Herluf Hansen og Jákup á Rógvu Andreasen.
Tað varð í somu kapping í fjør, at John Arni vann sær sín fyrsta IM-norm. Vónandi endurtekur hann bragdið. Flóvin fer normsvangur eftir sínum næsta IM-normi, og spennandi verður eisini at fylgja gongdini hjá Hans Kristiani og Olaf.
Herluf er gamal kenningur í Politiken Cup, meðan vestmenningurin Jákup roynir seg á fyrsta sinni í kapping uttanlanda.
Fylgið við á www.politikencup.dk









