Seks fólk funnin deyð í sethúsum í Jútlandi

Tvey vaksin og fýra børn eru funnin deyð í einum húsum í Ulstrup í miðjútlandi í Danmark

Seinnapartin fingu danir ein hvøkk, tá ið løgreglan boðaði frá, at hon hevði funnið seks persónar deyðar í einum sethúsum í Ulstrup, sum liggur millum Randers og Viborg í Jútlandi.

Østjyllands Politi sigur í einari fráboðan, at tey deyðu eru tvey vaksin og fýra børn, og talan eru um eina familjutragediu.

Løgreglan fekk eina fráboðan á middegi, og síðani hava løgreglufólk kannað umstøðurnar í húsunum. Enn kann løgreglan ikki siga, hví ella hvussu fólkini eru deyð.