Seks fólk vórðu skotin á einari jarnbreytarstøð í Týsklandi í nátt Løgreglan í týska býnum Duisburg varð boðsend í nátt, eftir at fólk høvdu hoyrt skot á jarnbreytarstøðini í býnum.
Tað var ein óhugnalig sjón, sum møtti løgreglumonnunum. Fimm menn lógu deyðir, og ein var illa særdur. Hann doyði í sjúkrabilinum eina løtu seinni.
Løgreglan í Duisburg sigur, at øll seks vóru skotin í høvdið, og at hetta tí líkist einari avrætting. Nøkur sótu í bili, og hini lógu uttan fyri bilarnar. Løgreglan heldur, at talan er um eina uppgerð av einum ella øðrum slagi.