Seks dystir verða stroymdir í morgin

Fýra av fimm dystum í betri-deildini hjá monnum og tveir av trimum hjá kvinnunum verða stroymdir

Nú Kringvarp Føroya hevur boðað frá, at teir ikki fara at stroyma nakran landskappingardyst hjá monnum í morgin, hava feløgini eftir øllum at døma sjálvi tikið um endan.

 

Áðrenn KVF kom upp í leikin á sumri 2016 plagdi FSF at bjóða stroyming á heimasíðu sínari, fyri eitt ávíst gjald. Skipanin, sum FSF nýtti, er framvegis tøk, og AB nýtti hendan møguleikan í seinasta umfari, tá KÍ kom á vitjan.

 

AB hevur longu boðað frá, at tað sama verður gjørt í morgin, tá oddaliðið í Betri-deildini, HB, kemur á vitjan, og nú hava trý onnur feløg tikið av sama tilboðið, soleiðis at fýra av dystunum í Betri-deildini hjá monnum verða stroymdir í morgin.

 

Talan er um dystirnar millum B36 - NSÍ, sum annars bleiv noktaður KVF at stroyma, Víkingur – KÍ, AB – HB og EB/Streymur – TB/FC Suðuroy/Royn. Einasti dysturin í Betri-deildini hjá monnum, sum ikki verður stroymdur er altso millum 07 Vestur og Skála.

 

Ikki nokk við tí, tveir dystir í Betri-deildini hjá kvinnum verða eisini stroymdir, tað vil siga dystirnir ÍF/Víkingur – HB og EB/Streymur/Skála – KÍ. Einans dysturin millum B36 og B68 verður ikki stroymdur.

 

Tænastuna ókeypis, so tey, ið ynskja at síggja dystirnar, mugu keypa eitt dagspass til tænastuna á fsf-livestram.com.