Seks deyð í vatnflóð í Spania

Tað regnaði av grimd í landspartinum Andalusia har suðuri í Spania í gjár. Nógvastaðni var vatnflóð, tí at áirnar fóru upp um áarbakkarnar, og myndugleikarnir søgdu í gjárkvøldið, at seks fólk vóru deyð. Umleið 600 fólk høvdu fingið boð um at fara úr húsunum.

Millum teirra, sum doyðu, vóru ein eldri kvinna og ein 10 ára gamal drongur.

Tíðindastovurnar skriva, at nógvir vegir eru farnir, og at fleiri bilar eru skolaðir út av vegunum. Í Murcia rapaði ein vegabrúgv. Myndugleikarnir sendu nógv bjargingarfólk at hjálpa neyðstøddum og at forða fyri, at tað nógva vatnið skuldi gera óneyðuga stóran skaða.