Seks deyð í bussvanlukku í Egyptalandi

Seks russisk ferðafólk doyðu í einari bussvanlukku í Egyptalandi í dag. 17 onnur ferðafólk fingu skaða Egyptisku myndugleikarnir siga, at bussurin var á veg til frítíðarstaðið Sharm el-Sheik, tá førarin misti tamarhaldið á bussinum, sum fór útav.

Seks ferðafólk úr Russlandi doyðu, og 17 fólk úr Russlandi og øðrum londum fingu skaða, siga myndugleikarnir. Enn er ógreitt, hvørji onnur lond talan er um.

Hetta er triðja bussvanlukkan við fremmandum ferðafólki í Egyptalandi í seinastuni. Í oktober kravdi ein vanlukka fleiri mannalív, og í september doyððu tríggir italskir ferðamenn, tá bussurin, sum teir vóru í, fór útav.