Tað eru seismikkur og oljuvinnan, sum eru ein stór orsøk til, at lomvigastovnurin er so illa fyri.
Tað heldur ein íðin fuglaveiðimaður í nógv ár.
Hann sigur við Portalin, at í nógv ár hevur nógvur lomvigi verið at fingið eystanfyri Nólsoy og Fugloy.
Men tað, sum menn tosa um, er, at talan er um útlendskan lomviga, bæði norskan, skotskan og íslendskan og tað sæst aftur á ringmerkingini.
- Føroyski lomvigin kemur aftur undir land í januar og februar og tí varð friðingin flutt til at byrja 20 Januar.
Sostatt heldur hann, at friðingin frá 20. januar til 1.oktobur er í fínsta lagi.
Men spurningurin er so, hví fuglastovnurin minkar.
- Ein stór orsøk sigst vera eldsprænurin sum stendur upp úr oljupallunum. Fuglur søkir at ljósi í myrkri, so hann flýgur gjøgnum eldin og forekmur sær. Onkur vil halda, at fuglur í stórum tali ferst á hendan hátt.
Annars er manglandi æti í nøkur ár helst eisini ein orsøk,men hon kemur aftur, tí tað hevur altíð gingið upp og niður.
Hann heldur seg eisini hava eina forkláring uppá søguna í Útvarpinum um, at fuglurin varð vekk eftir einum degi í Vestmanna og í Vágum.
- Mín meting er, at orsøkin til tað er, seismikskjótingin sum bleiv gjørd frá Skálavík til norður um Slættanes, sigur fuglaveiðimaðurin.
Hann hoyrdi sum tíðindir 7. juli, at Magnus Heinason skuldi skjóta seismikk á firðum og sundum 10 dagar fram og 12. juli vóru tíðindini í Útvarpinum um, at fuglurin var horvin og hann heldur, at tað er ein áhugaverd samanrenning.
Annars stðfestir hann, at tað hevur verið rættuliga nógv álka og stórir flokkar hava verið á sæð inni á Tangafirði, Kalbaksfirði, Kollafirði og í Sundalagnum nú í langa tíð.
- Neyvan er hon føroysk, tí sambart upplýsing um, hvussu nógv álka eigur í Føroyum, er talan um eini 700-800 pør og tað hevur verið mangt slíkt inni á firðunum.