Tað kunnu tey bæði liðini gera í dag, tá seinnu hálvfinalurnar í Coca Cola-kappingini eru á skránni.
Stjørnan vann stórsigur á Tjaldri í Runavík fyri viku síðani, og tí skal sera nógv til, um tær skulu missa sína leiðslu.
Og somuleiðis stendur heilt væl til hjá VÍF, sum á heimavølli vann stórsigur á Kyndli.
Dysturin í Havn millum Kyndil og VÍF byrjar klokkan 14.30. Í Klaksvík byrjar dysturin klokkan 16.00.