Seinni í ár er ætlanin at fara undir arbeiðið at gera tunnil til Fámjins. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu gongur við ætlanini at gera tunnil til Fámins og hví málið ikki er lagt fyri Løgtingið enn.
Bjarni Hammer vísir á, at Løgtingið hevur samtykt, at Fámjinstunnilin skal gerast, og peningur er settur av til endamálið. Tilsamans fer arbeiðið at kosta 103- 125 milliónir, og í ár eru 25 milliónir játtaðar til endamálið. Eftir ætlan verða so 63 milliónir settar av næsta ár og 30 milliónir í 2022.
Men hann vísir á, at enn er málið ikki lagt fyri Løgtingið, so nú eru fámjiningar, og suðuroyingar í síni heild, farnir at stúra fyri at arbeiðið ikki fer at byrja í summar, sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá.
Jørgen Niclasen sigur, at ætlanin hevur verið, at bjóða arbeiðið út fyri summarfrítíðina og at sjálvt arbeiðið upp á tunnilin so kann byrja seinni í ár.
Orsøkin til seinkingina er, at tað hevur gingið illa at finna linjuføringina, men nú er greitt, hvussu tunnilin skal borast. Í løtuni verður arbeitt við at projektera tunnilin.
Í fjallinum, har tunnilin skal borast, liggja 40 metra høgar fláir frá ístíðini sum, at síggja til eru vanligt grót, men vísir seg at vera leyst tilfar at bora og grava í. Nú hava Landsverk og Jarðfeingi funnið tað bestu og tyggastu linjuføringina, men væntandi verður neyðugt at tryggja tunnilin betur enn vanligt er fyri tunlar av hesum slagi.