Tað eru Høgni Hansen, stjóri í P/F Poul Hansen og Kristian Sune Haraldsen, vanliga róptur Bassi, ið eru saman um nýggja Á-handilin, sum kemur á Argjum.
- Um alt gongur væl, letur handilin upp einaferð seinni í heyst, sigur Bassi Haraldsen, sum vísir á, at talan verður um ein nútímans handil á umleið 600 fermetrar.
Handilin á Argjum fer at minna um Á-handlarnar við Landavegin og Sundsvegin, og handilseigarin vissar um, at parkeringsviðurskiftini við handilin á Argjum verða góð.
Nýggi handilin á Argjum verður á leiðini, har tú snarar inn á økið Undir Kongavarða, soleiðis sum myndin omanfyri vísir.
- Her stendur ein høll, sum verður partur av nýggja Á-handlinum, og her skal ein bygningur á umleið 300 fermetrar byggjast uppí høllina.
Bassi Haraldsen sigur, at ein partur av uppíbyggingini verður vørugoymsla, og hann leggur aftrat, at teir eru spentir til verkætlanina á Argjum.
- Argir eru vaksnar við rúkandi ferð, og her veksur framvegis. So, vit trúgva, at ein nýggjur Á-handil hevur góðar møguleikar á Argjum, sigur Bassi Haraldsen, stjóri.
Kristian Sune Haraldsen hevur fingist við handilsvirksemi, síðan hann var blaðungur, og hann er í góðum samstarvi við Høgna Hansen, sum eisini rekur heilsølu