Unga tjóðveldið og Tjóðveldi
---------
Seinni hugsjónardagurin, sum Unga Tjóðveldið og Tjóðveldi skipað fyri, verður leygardagin 13. mars í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Øll tjóðveldisáhugað vera fólk boðin at taka lut í eini hugsjónarbráðpannu. Byrjað verður kl. 13.00 og hildið verður fram til kl. 17.30.
Tíðin vit liva í er merkt av hugsjónaðarloysi og einsrætting. Standardisering. Trupult er at síggja munin á politiskum flokkum, hesir eru viknaðir, og ideologiska tærið gerst lakari sum tíðin gongur, og í hesum døgum tykist tað sum, at tey flestu eru samd um onki. Politiskt vacuum er avleiðingin og úrslitið. Tørvur er á hugsjónarligari dubbing, greiðari politiskari kós og í ovurmáta er tørvur á føroyskari tjóðarbygging.
Unga Tjóðveldið og Tjóðveldi ætla sær at gera nakað við trupulleikan. Í fyrstu atløgu hava vit tikið stig til tveir hugsjónardagar, har vit hava heitt á átta “uttangarðsfólk”, á hvørt sínum samfelagsøki, um at leggja fram síni sjónarmið um søgu, fakfelagsstríð, frælsi, fiskivinnu, almanna- og heilsumál, mentan, búskap og vinnu. Harumframt fara formenninir í UT og Tjóðveldinum at boða frá, hvagar politiska leiðin gongur hjá ungmannafelagnum og flokkinum.
Á hesum hugsjónardegnum verður kjak á skránni, eins og á fyrra hugsjónardegnum.
Tingmenn floksins og umboð fyri Unga Tjóðveldið sessast við pallborðið, og fara at skifta orð um ymsu politikkøkini, ið frammanundan eru varpað upp í framløgum og røðum. Framløgufólkini hava ongar teymar á sær, alt stendur fyri teirra egnu rokning, tí kann væntast, at politiska “establishmentið” verður provokerað til heitt orðaskifti og kjak við hugsjónarligum løðingum og krúti.
Leygardagin fara Ronnie Thomassen, Jonhard Mikkelsen, Magni Arge og Hermann Oskarsson at leggja síni sjónarmið fram. Eftir tað flytur Høgni Hoydal fram røðu.
Tónleikur verður eisini á skránni, troubadururin Tróndur Enni fer at undirhalda við guitara og sangi. Í onkrum steðgi verður felagssangur sungin.
Átakið er ætlað øllum tjóðveldisáhugaðum føroyingum, og byrjað verður stundisliga kl. 13.00.
við tjóðveldiskvøðu.