TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prát við Hera Kjærbo, 19 ára gamlan verjuspælara, sum hevur spælt allar fýra dystirnar fyri FC Suðuroy á tamb hetta kappingarárið.
Heri Kjærbo harmast 1-3 tapið ímóti B36 suðuri í Vági í dag, men kann kortini gleðast um gongdina í seinna hálvleiki, sum FC Suðuroy vann 1-0. Heri sær eina menning í hesum báðum heimadystunum, hóast tvey 1-3 tap ímóti TB og B36 í mun til ósigrarnar á útivølli ímóti NSÍ og KÍ. Heri staðfestir, at hann og liðfelagarnir eru enn við gott mót, og rættiliga skjótt fara tey fyrstu stigini at koma til høldar.