flogbóltur
Í meistaradeildini hjá monnum hevur Fleyr vunnið bæði Fleyrkappingina og Mjølnirkappingina. Tað hevur við sær, at tapandi liðini, SÍ og Mjølnir skulu dystast um seinna finaluplássið. Tann dysturin verður leygardag kl. 15.00 í Gundadalshøllini.
Bæði Mjølnir og SÍ hava mangan roynt seg í steypafinaluni, og tað er einki at ivast í, at bæði liðini fara at gera alt fyri at røkka finaluplássinum.
Í landskappingini hava hesi bæði liðini givið Fleyr størstu kappingina, men tað er bara SÍ, sum hevur megnað at vunnið á Fleyr. Tað gjørdu teir í síðsta landskappingardystinum fyri jólasteðgin.
SÍ og Mjølnir hava leikt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini. SÍ vann tann fyrra í Klaksvík 3-1 og Mjølnir tann seinna í Sørvági 3-1. Sostatt standa liðini púra jøvn undan dystinum leygardagin.
Fleyr hevur bara eina ferð verið í steypafinaluni. Tann finalan var ímóti Mjølni, og hóast Fleyr tað árið vann allar sínar landskappingardystir og gjørdist føroyameistari, so vann Mjølnir steypafinaluna.
Líka mikið um Mjølnir ella SÍ vinnur dystin leygardagin, so kunnu vit vænta okkum finalubrak í høllini á Hálsi leygardagin 18. februar









