Seinnapartin verður sjøtul settur á

1. DEILD: Tey trý nýggju liðini í deildini eru øll á útivølli í fyrsta umfari

Hetta er vikuskiftið, tá ið fótbólturin fer á rull aftur, eftir at steðgur hevur verið í síðani 27. oktober ella í nítjan vikur.

 

Trý lið eru nýggj í 1. deild. Tey eru 07 Vestur, sum flutti niður í fjør, og B36 og EB/Streymur, sum fluttu upp. Felags fyri hesi trý er, at tey seinnapartin í dag, tá ið fyrsta umfar er á skrá, fara at spæla á útivølli.

07 Vestur eigur seint seinnapartin torføran útidyst við Løkin í Runavík, har NSÍ verður vertur. Í fjør endaði NSÍ á øðrum plássi.

B36 fer inn á Svangaskarð, har B68 verður vertur. B68 endaði í fjør á fjórða plássi. Tað gekk akkurát ikki hjá toftamonnum at flyta upp. Í síðsta umfari vóru teir í Leirvík, har tað endaði málleyst. Um B68 tá hevði skorað eitt mál, so var B68 nú í bestu deildini.

 

EB/Streymur fyrireikar seg til at spæla á útivølli ímóti Víkingi, sum í fjør endaði á fimta plássi.

B71, sum í fjør var tvey stig frá niðurflyting, fær í dag vitjan av Skála, sum í fjør endaði á sjeynda plássi – fýra stig frammanfyri B71.

 

Hetta vikuskiftið dystast KÍ og HB tvær ferðir í Klaksvík. Í dag hittast næstbestu liðini, meðan liðini í bestu deildini hittast í morgin.

 

1. deild 

Fyrsta umfar

Ídag

KÍ – HB: Rúni Olsen kl 15.15

Víkingur – EB/Streymur: Aron Sofus Vest kl. 15.00

NSÍ – 07 Vestur: Rani A. Skaalum kl. 17.30

B68 – B36: Petur Reinert kl. 15.00

B71 – Skála: Bent Tommy Linklett kl. 15.00