Seinnapartin hava øll spælt ímóti øllum

Níggjunda umfar í fremstu fótbóltsdeildini verður ídag

Í gjár lyfti NSÍ seg við trivaligum 3-0 sigri ímóti ÍF uppá toppin í fremstu fótbóltsdeildini.

Í dag hava bæði KÍ og Víkingur møguleika at taka seg framum aftur NSÍ.

KÍ eigur heimavøll ímóti HB, sum er undir stórum trýsti, og Víkingur eigur heimavøll ímóti Suðringum, sum eru tvey stig aftanfyri Víking og bronsuplássið.

 

B36 fær vitjan av 07 Vestur. Hjá árstalsfelagnum hevur tað higartil ikki hilnast soleiðis, sum tað hevur verið roknað við, meðan teir í Vágum ikki eru so misnøgdir við sína úrtøku.

 

Grannauppgerð verður á Skála, har EB/Streymur fer at vitja. Felags fyri hesi bæði er, at tey hava møguleika at leggja sjógv millum seg og botnliðið, sum eisini eftir hetta umfarið verður ÍF.

Tá ið síðsta bríksl hevur verið seinnapartin, hava øll liðini spælt einaferð ímóti hvørjum øðrum.

 

KÍ-HB: Lars Müller kl. 15.00

Víkingur-TB/FCS/Royn: Eiler Rasmussen kl. 15.00

Skála-EB/Streymur: Petur Reinert kl. 15.00

B36-07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

Ígjár

NSÍ-ÍF 3-0 (1-0)

1-0: Jann Benjaminsen 44.

2-0: Jann Benjaminsen 64.

3-0: Klæmint A. Olsen 74.

Dómari: Alex Troleis

NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Tobias V. Olesen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard, Einar Tróndargjógv - Karl Løkin, Betuel Hansen – Árni Frederiksberg (Bárður J. Hansen, 80.), Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen (Jann Benjaminsen, 28.) - Klæmint A. Olsen

Gult kort: Betuel Hansen

Venjari: Anders Gerber

ÍF: Henrik Lindhardt Jensen - Dánjal Pauli Højgaard, Jákup Andreas Gaardbo, Ndende, Sámal Jákup Joensen - Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen (Jóhan Petersen, 77.) - Andy Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen (Hanus Eliasen, 84.), Ari Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni (Alex José dos Santos, 62.)

Gult kort: Dánjal Pauli Højgaard

Venjari: Olgar Danielsen

 

Støðan

NSÍ 16 stig

KÍ 16 stig

Víkingur 14 stig

TB/FCS/Royn 12 stig

HB 10 stig

B36 9 stig

07 Vestur 8 stig

Skála 6 stig

ÍF 6 stig