FIMLEIKUR
Hetta fimleikahálvárið er nú komið so mikið áleiðis, at onnur av teimum tilsamans trimum kappingunum í estetiskum fimleiki verður í ítróttarhøllini í Runavík í morgin og sunnudagin.
Tilsamans 24 lið úr fimm feløgum eru við í kappingini, og í mun til seinast, tá feløgini vóru Flog, Ljósið, Havnar Fimleikafelag og Støkk, er nú eisini Klaksvíkar Fimleikafelag við.
Hetta er fyrstu ferð, at klaksvíkingarnir eru við til eina av steypakappingunum í estetiskum fimleiki, og talan er um eitt pinkulið frá felagnum, sum verður tað fyrsta.
Lagt verður til brots í morgin klokkan 14, tá pinkur og smágentur kappast. Hjá pinkunum eru sjey lið og hjá smágentunum fimm, so liðini eru 12 tilsamans.
Sunnudagin klokkan tvey kappast so gentur, kvinnuunglingar og kvinnur við somuleiðis tilsamans 12 liðum. Hjá gentunum eru seks lið, og trý lið kappast hjá kvinnuunglingum og trý hjá kvinnum.
Tá fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki var á Kambsdali tann 25. januar, gjørdi Havnar Fimleikafelag eitt ordans hál við at vinna fýra av fimm kappingum, og Støkk vann so ta fimtu.
Steypakappingarnar eru bara hesar báðar, men í mai er aftur kapping í estetiskum fimleiki, tá føroyameistaraheitini í teimum ymsu aldursbólkunum standa upp á spæl.