Seinna hálvfinalan í kvøld

Í kvøld verður mótstøðuliðið hjá Týsklandi í HM finaluni funnið. Seinna hálvfinalan verður leikt í kvøld.

Í kvøld verður seinna hálvfinalan á skránni í HM kappingini í Brasil. Dysturin í kvøld er millum Holland og Argentina.

 

Fyrra hálvfinalan varð leikt í gjárkvøldið og heldur óvæntað, smurdi Týskland vertirnar úr Brasil av. Týskland vann dystin heili 7-1!!

 

Hollendski hópurin er mestsum fullmannaður til dystin í kvøld. Einasta ivamálið í hollendsku leguni er liðskiparin, Robin Van Persie, ið hevur ein smáskaða at dragast við. Tað verður tó mett, at Robin Van Persie verður við frá byrjan í kvøld.

 

Hjá Argentina er ein týdningarmikil profilur úti við skaða. Angel Di Maria, ið skoraði forloysandi málið hjá Argentina í áttandapartsfinaluni móti Sveis fór út við skaða í seinasta dysti móti Belgia. Angel Di Maria er tí ikki við í hópinum hjá Argentina til dystin í kvøld. Tað verður mett at Enzo Perez kemur inn á liðið fyri Angel Di Maria. Enzo Perez leikar til dagligt fyri Benfica í Portugal.

 

Dysturin millum Holland og Argentina byrjar klokkan 21:00 í kvøld.