Seinna ferðalagið fer í kvøld

Oyggjaleikirnar á Jersey byrja sunnudagin

Sekstandu oyggjaleikirnar fara av bakkastokki sunnudagin. Vertsoyggin hesaferð er Jersey, sum liggur beint uttanfyri Frakland. Hóast Jersey á stødd er minni enn Sandoyggin, so búgva 90.000. íbúgvarar á oynni.

 

Sum vanligt er, so luttaka Føroyar sjálvandi á oyggjaleikunum. Tað verður kappast í 14 ymsum ítróttargreinum, harav luttaka Føroyar í 12 av teimum. 

 

Leygardagin verða leikirnar settar, og sunnudagin byrja fyrstu kappingarnar. Føroyska ferðalagið, ið telur umleið 280 fólk, fer av landinum í dag. Ferðast verður við tveimum flogførum, ið Ítróttarsamband Føroya hevur leigað frá Atlantsflog. Fyrra ferðalagið fleyg klokkan 12:20, meðan seinna ferðalagið flýgur klokkan 19:35.

 

André Olsen og Heri Simonsen eru tíðindaumboð fyri Miðlahúsið á túrinum, og fara teir at fylgja gongdini hjá føroysku luttakarunum. Eisini er Sigmar Mørkøre við sum myndamaður hjá okkum.

 

Les annars alt um oyggjaleikirnar 2015 á Jersey í mikudagsblaðnum hjá Sosialinum, ið kom út í hvørt hús í gjár. Í blaðnum eru 24 síður um leikirnar og vónirnar hjá føroysku luttakarunum.