- Tað, at málið um vindmylluparkina í Húsahaga varð kærd, fer at kosta SEV umleið 15 milliónir krónur.
Tað staðfestir stjórin í SEV, Hákun Djurhuus.
Ætlanin var annars, at tær 13 vindmyllurnar á 900 kw skuldu setast upp í summar, men so kærdi Vindrøkt, sum eisini hevði bjóðað upp á vindmyllurnar, og tað hevur tikið sína tíð.
- Allar hoyringar eru nú lidnar, og fundur verður í Vinnukærunevndini 27. mai, og tá tann fundurin hevur verið, gongur neyvan meira enn ein vika, áðrenn endalig avgerð fellur, sigur Gurið Joensen, sum er forkvinna í Vinnukærunevndini.
Men fyri SEV gjørdist tað greitt beinanvegin, sum kært varð, at tað fór at vera trupult at fáa vindyllurnar upp í ár, og stjórin var longu tá frammi og segði, at var ikki alt greitt í apríl, fór ikki at eydnast at fáa vindmyllurnar upp í ár.
- Jarðfeingið viðgjørdi málið grundiga, og tað fall út til okkara fyrimun, men síðani er so kært, og nú mugu vit so bíða eftir tí, sigur Hákun Djurhuus.
Hann sigur, at tað fer at kostað SEV nógvar pengar í spardari olju, at vindmyllurnar ikki vórðu settar upp í summar sum ætlað.
- Vit roknaðu út, at varð vindmylluætlanin útsett í niggju mánaðar, fór tað at kosta 15 milliónir krónur í øktum oljuútreiðslum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV