Seinkingar í Kastrup og Billund

Tøknitrupulleikar raka eisini danskar flogvallir, har seinkingar kunnu koma fyri

Umfatandi tøknitrupulleikarnir, sum hava rakt nógvar flogvallir kring Europa, órógva eisini danskar flogvallir nakað.

 

Ritzau skrivar, at flogvallirnir í Kastrup og Billund hava opið sum vanligt, men har kunnu seinkingar vera, tí ferðafólk mugu skrivast inn manuelt.

 

Hetta kann hava við sær, at bíðitíðin kann verða longri, og at onkrar seinkingar kunnu koma fyri.

 

Tøknitrupulleikarnir skyldast eftir øllum at døma eina miseydnaða dagføring av antivirusforritinum CrowdStrike í Microsoft teldum.

 

Á flogvøllinum í Vágum eru flogførini komin og farin sum ætlað fyrrapartin.