Seinking vegna tekniskar trupulleikar

Orsøkin er telduskipanin umborð

Vegna tekniska trupulleikar eru broytingar í flogferðsluni í dag, 08.12.16.

 

Orsøkin er telduskipanin umborð á flogfarinum, ið fekk trupulleikar í gjár.

 

Tískil skal teldan umborð skiftast út. Hon kemur úr Keypmannahavn í dag kl. 13.30, upplýsir Atlantic Airways. Væntað verður, at útskiftining av telduni fær teknisku trupulleikarnar í rættlag aftur.

 

Nærri boð kunnu væntast umleið kl. 16.

 

Trupulleikar ávirka bæði fráferðir og komur hjá Atlantic Airways í dag hósdag 8. desember 2016.

 

Fyribils eru hesar ferðir raktar av broytingum:

 

RC470 Vágar - Billund

RC471 Billund - Vágar

RC432 Vágar - Bergen

RC433 Bergen - Vágar

 

Atlantic Airways heitir í tíðindaskrivinum á folk, um at fylgja væl við heimasíðu felagsins.