Seinking kemur illa við hjá Strandferðsluni

Eftir ætlan skuldi Ternan setast í fasta rutusigling ímillum til Nólsoyar síðst í mars. Men nú er greitt, at ferjulega verður ikki klár í Nólsoy fyrr enn um ársskiftið og tað kemur illa við hjá Strandferðsluni, sigur Bogi Mortensen, strandferðslustjóri, við Sosialin í dag. - Vit vóru greið yvir, at tað fór at draga út, men at tað skuldi gerast so seint, høvdu vit ikki væntað.

Hann sigur, at hetta fer sjálvandi at ávirka ætlanirnar hjá Strandferðsluni at seta Ternuna inn á Nólsoyarleiðina.

Spurningurin skal nú takast upp við Tórshavnar kommunu og við skiparan á Ternuni fyri at vita um tað ber til at sigla til Nólsoyar við Ternuni sum er.

Hann vísir á, at Ternan hevur røkt siglingina til Nólsoyar, sum havnin er nú, so kanska kann tað eisini lata seg gera framyvir, serliga nú veðrið batnar.

Formaðurin í havnanevndini í Tórshavnar kommunu, Jákup Símun Simonsen, segði við Sosialin í gjár, at teir vildu ikki fara undir nakra verkætlan, fyrr enn endalig avgerð var tikin um at Ternan verður sett í nólsoyarsiglingina.