Fróði Benjaminsen hevur í dag tikið avger um, at hann spælir eisini við HB í 2015. 36 ára gamli liðskiparin hjá bæði HB og landsliðnum hevur annars umhugsað støðuna, men nú er greitt at helst týdningarmiklasti spælarin í felagnum heldur fram.
Fróði hevur gjørt eitt ára sáttmála við HB. Eisini er líkt til, at Fróði Benjaminsen í 2015 fer at spæla landsdyst nummar 84 og harvið eiga metið einsamallur. Í løtuni hevur hann spælt 83 landsdystir, og hevur metið saman við Óla Johannesen.
Fróði Benjaminsen skifti til HB í 2008 og hevur eisini umboðað B68 og B36. Nýggi sáttmálin er avgjørt góð tíðindi fyri HB, sum stendur fyri nøkrum broytinum nú fleiri spælara skifti eru á veg. Arnbjørn Hansen er komin til felagið, meðan spælarar sum Jóan Símun Edmundsson, Heini Vatnsdal og møguliga Teitur M. Gestsson ikki verða í HB troyggjuni komandi ár.










