Hóast tað nú bert eru tríggir dagar eftir, til farið verður í holt við landskappingina í bestu mansdeildini, so er eingin kappingarskipan komin frá FSF enn. Vanligt hevur annars verið, at hendan er at fáa kring landið stutt undan kappingarársbyrjan, men í ár er hon so nakað seinkað.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur við Sosialin, at tað helst verður fyrst í komandi viku, at kappingarskipanin verður at fáa. Hann heldur ikkki at nøkur serlig orsøk hevur verið til seinkingina, annað enn tað at fleiri smálutir skuldu fáast upp á pláss, áðrenn alt var liðugt.










