Seinkað ferðaætlan hjá Smyrli

Hesar næstu dagarnar kunnu suðuroyingar – og tey sum annars skulu ferðast um Suðuroyarfjørð – vænta smærri seinkingar í siglingini.

Orsøkin til hetta er hin einfalda, at tann eini av teimum fýra høvuðsmotorunum hjá Smyrli skal hava eina høvuðsumvæling.

Hetta verður gjørt, nú ein væntar at ringa veðrið í vetur er av á hesum sinni. Mett verður, at arbeiðið fer at vara í einar 10 dagar.

Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni upplýsir at arbeitt verður uppá motorin undir sigling, soleiðis at ferðaætlanin verður darvað sum minst.

- Arbeiðið er longu byrjað, og er mett at vara í eina viku. Men vit hava tó lagt eitt sindur uppfyri, um okkurt óvæntað skuldi stungið seg upp.

- Men arbeiðið skuldi ikki tikið meiri enn 10 dagar, slær hann fast.