Seinir í gongd

Tað var ikki sørt, at Brian Poulsen læt tankarnar leita aftur til steypafinaluna fyri einum mánaði síðani, tá ÍF leygardagin í seinnu FM-finaluni aftur kom afturúr, men megnaði at vinna kortini.
– Tað hevur næstan eyðkent okkum, at vit byrja spakuliga og eru seinir í gongd, og tað er kanska ikki so gott, helt Brian, ið tó frøddist um, at tað heldur ikki hesa ferð bara endaði við eini vánaligari byrjan.
– Men vit komu flott aftur, og tá vit so komu í gongd, so spældu og stríddust vit ótrúliga væl. Og tá Boban mátti út við skaða, lyftu teir seks, sum vóru á vøllinum, so mikið meira í part, so tað gekk allíkavæl.