Voxbotn 2015 er nú útselt, men fólk hava kanska enn ein møguleika at ogna sær eitt atgongumerki.
Voxbotn 20125 hevur nøkur ógoldin bíløgd atgongumerki frá ebillett.fo, sum eru blivin tøk aftur eftir at freistin er farin - samanlagt 273 atgongumerki.
Hesi verða seld á EBILLETT.FO og á Torginum uttanfyri Expert í SMS frá mánadegnum 15. juni klokkan 11 til eingi atgongumerki eru eftir at selja. Teir í Voxbotn siga, at atgongumerkini verða seld fyri ætlaða duraprísin, sum er 550,- kr. Teir selja í SMS og á ebilllett.fo fyri at geva øllum ein javnbjóðis møguleika, nú so stórur eftirspurningur er eftir atgongumerkjum til Voxbotn.
Men tað verður eftir "først til mølle"-leistinum, undirstrikar Voxbotn 2015.