Seinastu seyðarhvødini sviðin

Nú liðið er væl ut um hálvan oktober munnu seinastu seyðarhøvdini verða sviðin - eisini tey røstu

Nú liðið er væl ut um hálvan oktober munnu seinastu seyðarhøvdini verða sviðin - eisini tey røstu.

 

Nú er komið so langt út á árið, at hetta man helst verða seinasta vikuskiftið, at menn svíða seyðarhøvd.

 

Soleiðis eisini í Nólsoy, har Mikkjal Holm, seyðamaður í Heimaruhelvt, í morgun hevur fingið seinastu seyðarhvøvdini frá hondini.

 

Og mangt broytist á mansins ævi. Fyrr mátti tú fyrst klippa ullina av høvdunum, so mátti tú brúka langa tíð um at svíða tey, fyri til endans at vaska tey væl í helst lunkaðum vatni. Í dag er øðrvísi.

 

Fyri tað fyrsta nýtist tær ikki at røra ullina á høvinum, og fyri tað næsta sleppur tú heilt undan stríðnum við at vaska høvdini.

 

Í dag fæst eitt gassbluss, sum svíður heila molivittið av høvdinum, og so orðnar ein trýstspulari restina.

 

Rætt og slætt lætt.