Seinastu sýningarnar um vikuskiftið

Klaksvíkar Sjónleikarfelag sýnir leygardagin og sunnudagin Afturgongur fyri seinastu ferð í Klaksvík

 

Klaksvík: Um vikuskiftið fara teir fimm leikararnir, sum spæla leikin, Afturgongur, fyri seinastu ferð á pallin í Klaksvík.

Leikurin, sum hevur verið sýndur seinastu tríggjar vikurnar, verður at síggja í Atlantis leygardagin klokkan 20.00 og sunnudagin klokkan 17. Hetta vera seinastu sýningarnar í Klaksvík.

Afturgongur er eitt familjudrama, sum Henrik Ibsen skrivaði fyri meiri enn 100 árum síðani. Talan er um ein av klassikarunum í sjónleikarsøguni.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer at ferðast við leikinum, tá sýningarnar í Klaksvík eru av.