Seinastu linjurnar falla

Í hesum døgum taka menn frá SEV seinastu linjurnar niður í Tórshavnar kommunu. Tær eru á strekkinum Essalág niðan móti fyrrverandi Rúsuni á Hoyvíksvegnum

Tíðin og menningin fer við øllum. Soleiðis er eisini við gomlu loftlinjunum hjá SEV. Seinasta strekkið við hesum linjum í Tórshavnar kommunu er á Hoyvíksvegnum frá Essalág niðan móti bygninginum hjá Vinnuframagrunninum, har Rúsan helt til áður.
Jón Niclasen.
Samstundis sum loftlinjurnar verða tiknar niður, verður kaðalur lagdur í gongubreytina.
Jón Nielsen, leiðari á rakstrardeildini hjá SEV, sigur, at tá teir eru lidnir í Havn at taka loftlinjurnar niður, eru bert Tvøroyri og Norðoyri, sum framvegis hava loftlinjur.
Arbeiðið verður gjørt so líðandi, og í 2013 verða seinastu loftlinjurnar tiknar niður á Tvøroyri, og tá verða allar 0,4 KV loftlinja eftir í landinum, sigur Jón Nielsen.
Tað var serliga eftir jólaódnina í 1988, at ferð kom á niðurleggingina av loftlinjunum í Føroyum. Ódnin fór somikið illa við bæði lágspennings- og háspenningslinjunum, at neyðugt varð at endurnýggja stórar partar av kervinum.
Jón Nielsen sigur, at fleiri viðurskifti gjørdu seg galdandi, tá ið valt varð at leggja kaðalar ístaðin fyri at byggja nýggjar luftlinjur í bygdum og býum. Til dømis veitingartrygdin, persónstrygdin og umhvørvið.
Arbeiðið við at leggja 10 og 20 KV kaðalar millum bygdir og býir er eisini komið væl áleiðis. Ætlandi verður komið á mál við hesum arbeiði um 7-8 ár, sigur Jón Nielsen.
Arbeiðið at kaðalleggja kring landið verður gjørt í neyvum samstarvi við kommunu- og landsmyndugleikarnar í teimum økjum, har arbeitt verður.