Ovastin fyri russiska norðurflotanum, Gennadij Sutsjkov, segði í gjár, at herflotin hevur nú bjargað teimum seinastu leivdunum av kjarnorkukavbátinum Kursk, sum sakk í Barentshavinum í august í 2000. Allir teir 118 menninir, sum vóru við kavbátinum doyðu.
Tað mesta av kavbátinum varð fingið upp av botni í fjør. Gennadij Sutsjkov, segði, at alt, sum hevur týdning í sambandi við vanlukkuna, er tikið upp og til lands. Hildið verður, at ein torpedo gekk av, og at Kursk tí fór til botns. Tí eru fleiri torpedorør send til Sankta Pætursborgar til nærri kanningar, segði admiralurin.
Tað, sum liggur eftir á botni, verður liggjandi, men russiski herflotin fer at tryggja, at tað verður ikki til ampa fyri teir, sum fiska á hesum leiðum.
Beint eftir vanlukkuna vildu russar vera við, at Kursk hevði stoytt saman við ein NATO-kavbát, men seinni varð sagt, at tað helst var ein torpedo, sum gekk av. Tann endaliga frágreiðingin um vanlukkuna er ikki almannakunngjørd enn.