Seinastu fyrireikingarnar

StÍF skal leygardagin spæla gullfinalu í Vestmanna. Ein dystur, sum í sjálvum sær einsamallur ger av, hvat av liðunum fær gullmerkini um hálsin. Mikukvøldið vitjaðu vit næst seianstu venjingina hjá StÍF

Gulldystur

Tað er heldur friðarligt í ítróttarhøllini á Skála. Bert tríggir dagar eru eftir, til stórsti dysturin á árinum skal byrja, men hetta tykist ikki nerva leikararnar, nú næst seinasta venjingin er á skránni. Undir upphitingini snýr prátið seg heldur um dystin millum Real Madrid og Manchester United, og tað er ikki við mýkindum, at viðmerkingarnar fúka gjøgnum luftina til teir av leikarunum, sum hava kastað sín alsk á enska felagið. Viðmerkingar sum tó verða aftursvaraðar við atfinningum at, hvussu vánaligt okkurt fyrrverandi enskt stórfelag nú er, og soleiðis gongur prátið fyrstu nógvu minuttirnar.

Ongantíð í topp
Spakuliga kemur tó meira intensitetur í. Málverjarnir verða eisini upphitaðir, og tá Costin Dumitrescu síðani setur nøkur interval-spøl ígongd, fer pulsurin av álvara upp hjá teimum flestu.
Tað tykist tó sum um sleppur álvarin, sum annars átti at valdð, ongan tíð at koma fram. Venjingin verður sum vant endað við spæli millum tvey lið. Teir uttan vest tykjast kanska vera teir, sum eru nærri einum plássi í sonevndu ideal-uppstillingini, men tað merkir tó ikki, at teir fáa lætt spæl kortini. Í eini rótutari uppgerð vinna teir kortini við einum einstakum máli, og so er venjingin fyri kvøldið mest sum liðug.
Onkrar skotvenjingar verða gjørdar afturat, og nakrir av leikarunum sita eftir. Prátandi og skemtandi, men tað er einki at ivast í, at skemtingarlagið onkursvegna er við til at krógva tann spenning, sum nú býr í.
Bert ein venjing fríggjakvøldið, og so dysturin leygardagin. Tann seinasti í hesum kappingarárinum og samstundis tann mest avgerandi. Undan hesum hava teir í 23 dystum syrgt fyri útgangsstøðinum, sum teir nú hava vunnið sær, men enn restar seinasti bitin. Krúnan, sum setir punktum fyri einum góðum kappingarári, og tað verður hesari, sum farið verður eftir leygardagin.